Ongi úrslit

Brutu inn í ólæstan kjallara í Havn - stjólu rúsdrekka fyri 10.000 - 15.000 krónur

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í nátt ringdi ein maður, sum búði í miðbýnum í Havn til løgregluna. Og hann ringdi at melda, at onkur hevur verið í kjallaranum hjá honum og haðani hevur viðkomandi stolið einar 20 - 30 fløskur av rúsdrekka, talan var um whisky og romm.

Talan var um ein mann, sum varð ofta uttanlands og sum hevði keypt heim aftur við og mett verður at í miðal eru fløskurnar verdar 500 krónur í miðal. Tilsamans er sostatt talan um eitt virði upp á einar 10.000 - 15.000 krónur sum er stolið.

Løgreglan sigur, at kjallarin var ólæstur, so tað var lætt hjá tjóvunum at sleppa inn, men tey kanna nú málið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

Í gjár kl. 09:48

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

20 tímar síðan