Fleiri flogfør í Evropa máttu í dag broyta kós eftir bumbuhóttanir. Millum teirra vóru trý Ryanair-flogfør á veg til Sofia í Bulgaria.
Eitt flogfar úr Keypmannahavn og eitt úr Madrid lendu trygt í Sofia, meðan eitt triðja úr London varð sent til Plovdiv.
Eitt Aer Lingus-flogfar úr Dublin til Roma varð eisini sent til ein hernaðarflogvøll í Évreux í Fraklandi.
Umborð vóru 151 ferðafólk og seks starvsfólk. Øll komu óskalað frá hendingini. Franskir bumbusérfrøðingar fóru undir at kanna flogfarið.
Eisini eitt Finnair-flogfar úr Helsinki til Roma varð hótt við bumbu. Tað lendi sum ætlað, og einki illgrunasamt varð funnið.
Sambært tíðindastovuni AP hava fleiri evropeisk flogfeløg fingið falskar bumbuhóttanir hesa vikuna, teirra millum SAS, LOT, Wizz Air og Ryanair.
Í einum føri mátti italska flogverjan fylgja einum flogfari, til tað lendi.
Hóttanirnar koma samstundis, sum stúranin fyri samansettum hóttanum og órógvi í Evropa er vaksin.