Sum vit skrivaðu í áðni, rópar Búskaparráðið - enn einaferð, varskó. Tey siga, at tiltøk mugu setast í verk alt fyri eitt fyri at venda búskapinum.
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/mugu-finna-sparingar-fyri-12-milliardir-um-arid
Men tey siga eisini, at ein treyt er, at pensjónsaldurin verður hækkaður.
Trupulleikin við haldførinum stavar nevnilga frá, at talið á eldri fólki veksur munandi meira enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri og tað fer at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar í framtíðini.
Hækkar pensjónsaldurin ikki í samsvari við hækkandi livialdurin, fara pensjónistar í framtíðini at liva av almennari veiting í nógv fleiri ár enn nú.
Tí mælir Búskaparráðið politisku myndugleikunum til at samtykkja at pensjónsaldurin skal hækka.
Tey staðfesta eisini, at eitt endamál við skyldnundnu uppsparingini til pensjón, var at útgeva skattainntøkur til almennu kassarnar í framtíðini.
Her eru Føroyar illa staddar, tí eftirlønaruppsparingin er longu skattað við inngjald og tí verður tað minni inntøkur at skatta í framtíðini.
Tað hevði verið betri um pensjónin varð eftirskattað, so at øll tey, sum skulu forsyrgjast í framtíðini, eisini vóru við til at fíggja almennu útreiðslurnar ígjøgnum skattin, so hvørt pensjónin verður útgoldin.
Eitt annað endamál við tvungnu eftirlønaruppsparingini var at kunna mótrokna í fólkapensjónini, so almennu útreiðslurnar til fólkapensjón verða minni í framtíðini.
Mótrokningin bøtir um haldførið, tí pensjónistarnir, í størri mun, at liva av síni egnu pensjón og politisku myndugleikarnir eiga tí at halda fast við mótrokningina, sigur Búskaparráðið.
Búskaparráðið mælir til, at útgjøldini frá fólkapensjón og egnari eftirløn, skulu fylgjast.
Tað stríðir ímóti endamálinum við tvungnu uppsparingini til egnu pensjón, at fólk kunnu útseta fólkapensjónina, og tá ið tey so fáa fólkapensjón, sleppa tey undan at verða mótroknað fyri tað, tey hava fingið í síni uppspardu pensjón, sigur Búskaparráðið.