Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur.
Tað sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum er løgd fram nú fyrrapartin.
Longu um 10 ár verður hallið hjá tí almenna eina milliard, leggja tey afturat.
Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini.
Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ í 2026, og tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar setast í verk, fyri áleið 1,2 milliard í miðal um árið, skal verandi tænastustøðið á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini.
– Úrslitið er ikki ein forsøgn um, hvat fer at henda, men ein ávaring um, hvat kann henda, verða eingi tiltøk sett í verk, sigur Búskaparráðið.
Haldførisavbjóðingin stavar frá, at talið av eldri fólki veksur munandi meira enn talið fólki í arbeiðsførum aldri og tað fer at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar í framtíðini. Longu um 10 ár verður hallið í tí almenna ein milliard, har kommunurnar fara at eiga ein stóran part.
Føroyar hava sum nú er, eina lutfalsliga lítla skuld, men verða inntøkurnar ikki øktar ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur.
Ein røtt fíggjarstýring forðar fyri, at tamarhaldið verður mist á almenna skuldarvøkstrinum. Búskaparráðið mælir politisku myndugleikunum at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum fevnir um bæði land og kommunur.
Rakstrarsparandi íløgur eiga at hava hægstu raðfesting í verandi íløgukarmi. Til dømis hava Føroyar eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði á eldraøkinum. Megna vit at økja produktivitetin í almenna geiranum við eitt nú íløgum í størri rakstrareindir, so somu ella betri tænastur kunnu veitast við minni tilfeingi, bøtir tað um haldførið.
Føroyar missa ein stóran part av hvørjum ættarliði, tí øll ikki venda heim aftur eftir loknan lesnað. Bæði hesi ungu og teirra eftirkomarar fara at mangla í føroysku arbeiðsmegini í framtíðini, og tað er við til at gera haldførisavbjóðingina verri. Íløgur í betri lestrarumhvørvi og bøttir bústaðarmøguleikar eru dømir um skynsom tiltøk, sum kunnu eggja teimum ungu at velja Føroyar til.
Øll tiltøk, ið hækka inntøkurnar ella lækka útreiðslurnar hjá tí almenna, eru amboð, ið kunnu nýtast í gongdini at tryggja fíggjarpolitiska haldførið. Øktir skattir á borgarar og vinnu kunnu eisini geva sítt íkast til at fáa fíggjarpolitikkin haldføran.
Eitt nú kann ein størri partur av yvirnormala vinninginum frá fiski- og alivinnuni, sum gjald fyri nýtslu av náttúrutilfeinginum, krevjast inn.
Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini. Tess longri bíðað verður við at rætta kósina, tess størri og brádligari kunnu neyðugu broytingarnar gerast.