Ongi úrslit

Bussferðslan í Havn: Níggju nýggj bussskýli skulu geva betri umstøður

Sjey nýggj bussskýli eru sett upp í Tórshavnar kommunu, og tvey afturat koma í næstu viku. Fleiri borgarar hava ynskt sær fleiri skýli.

© Tórshavnar kommuna.
Betri lívd hjá bussferðafólki: Eitt av sjey nýggjum bussskýlum í Tórshavnar kommunu. Tvey afturat verða sett upp í næstu viku.
Edmund Jacobsen
44 minuttir síðan

Bussferðafólk í Tórshavnar kommunu fáa nú betri umstøður at standa í lívd fyri regni og vindi, meðan tey bíða eftir bussinum.

Sjey nýggj bussskýli eru sett upp ymsastaðni í kommununi, og tvey afturat verða sett upp í næstu viku.

Sambært Tórshavnar kommunu hava fleiri borgarar biðið um fleiri bussskýli. Kommunan hevur tí gjørt sáttmála við fyritøkuna Dygdarverk um at gera og seta nýggju skýlini upp.

Nýggj skýli í fleiri býarpørtum

Nýggju bussskýlini eru sett upp á Staravegnum, Millum Gilja, á Dalavegnum og á Karlamagnusarbreyt.

Í næstu viku verða tvey skýli afturat sett upp. Annað verður í Hornabø og hitt á Marknagilsvegnum.

Við nýggju skýlunum fáa fleiri bussferðafólk møguleika at standa undir taki, meðan tey bíða eftir bussinum.

Tilsamans eru 188 busssteðgistøð í Tórshavnar kommunu.

Sambært kommununi hava 125 teirra bussskýli frammanundan. Nú koma níggju nýggj skýli afturat.

Kommunan upplýsir ikki, hvussu nógv nýggju bussskýlini kosta.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30