Bústaðarrentan í føroysku bankunum hækkar aftur. Í august var miðalrentan á sethúsalánum 3,97 prosent, og heili 92 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum var við broytiligari rentu.
Tað vísa nýggj tøl, sum Landsbanki Føroya hevur kunngjørt í dag.
Miðalrentan á realkredittlánum var 3,93 prosent, íroknað gjøld til realkredittstovnarnar.
Stór skuld kann merkja størri rentuútreiðslur
Rentuhækkingar raka serliga húsarhald við stórari skuld og broytiligari rentu.
Við eini bústaðarrentu um 4 prosent røkka húsarhald, sum hava meira enn 2,5 milliónir krónur í bústaðarskuld, hámarkinum fyri rentustuðul.
Rentustuðulin er 35 prosent av árligum rentuútreiðslum upp til 100.000 krónur. Tað merkir, at húsarhald í mesta lagi kunnu fáa 35.000 krónur í rentustuðli um árið.
Húsarhald við stórari skuld kunnu sostatt fáa hægri rentuútreiðslur, uttan at rentustuðulin hækkar samsvarandi.
Næstan øll skuldin við broytiligari rentu
Føroysk húsarhald eru serliga viðkvom fyri rentubroytingum.
Í august var 92 prosent av samlaðu húsarhaldsskuldini við broytiligari rentu, samanborið við 91 prosent sama mánað í fjør.
Bert átta prosent vóru við fastari rentu.
Tølini vísa samstundis, at føroyingar í stóran mun gjalda niður upp á skuldina. Heili 97 prosent av samlaðu húsarhaldsskuldini vóru lán við avdráttum.
Av realkredittskuldini vóru 91 prosent við avdráttum, meðan níggju prosent vóru uttan avdráttir.