Í gjár samtykti Tórshavnar býráð einmælt at broyta byggisamtyktina so at City Church í miðbýnum í Havn, sum brann í grund, kann verða bygt upp aftur.
Men nýggja kirkjan verður størri og eisini eitt sindur hægri enn gamla kirkjan var. Mønin verður kortini ikki hægri enn mønin á grannahúsinum.
Tey vilja nevniliga hava eina kirkju, sum eisini kann verða eitt býarhús ið kann nýtast til annað virksemi, eitt nú konsertir og onnur almenn tiltøk, umframt at tey vilja hava umstøður at bjóða fólki inn á gólvið at fáa eina ókeypis máltíð.
Kanningar vísa, at hóast bygningurin verður stórur og høgur, fer hann ikki at ávirka ljósviðurskiftini í Grasagarði nevnivert.
Ikki allir býráðslimir vóru so fegnir um, at kirkjan bleiv so høg, men aðrir býráðslimir vístu á, at tað fór ikki at taka útsýnið frá nøkrum tí Tróndargøta er so brøtt, at niðast við kunnu tey loyva sær at byggja høgt, uttan at verða til ampa fyri nakran. Nýggja kirkjan verður tveir metrar hægri enn gamla kirkjan var.
Hinvegin fegnast býráðslimir um, at lív kemur í aftur miðbýin og tey fegnast eisini um tað sosiala arbeiði, tey gera í City Church, eitt við at bjóða fólki eina ókeypis máltíð.
Tað er ein drúgv viðgerð at broyta eina byggisamtykt, tí tað skal til almenna hoyring, áðrenn tað verður endaliga samtykt.
Men tað er fyrsta fortreyt fyri at kunna byggja kirkjuna upp aftur. Tá ið byggisamtyktin er broytt, skal málið aftur fyri býráðið, tí so skal endaligt byggiloyvi latast til kirkjuna.
Tað var fitt av fólki við tilknýti til City Church møtt upp á býráðsfundi at lurta. Og tað er ikki ofta at tað hendir, men tá ið býráðið hevði samtykt málið rungaðu lógvabrestirnir á áhoyraraplássunum.