Í dag 22. juni fer átakið Ung í arbeiði av bakkastokki í Vági.
Øll sum hava teknað seg til arbeiðið í ár, skulu møta klokkan 9.00, um trý korter í kjallaranum við Miðlatún.
Fyrsta dagin verður arbeitt frá kl. 9.00 til kl. 13.00. Restina av tíðarskeiðnum verður arbeiðstíðin frá kl. 8.00 til kl. 12.00.
Luttakararnir verða bidnir um at møta í arbeiðsklæðum, sum hóska til arbeiðið, og at taka hædd fyri veðrinum, tá ið tey lata seg í.
Vit vóna, at øll fáa eina góða byrjan og eina góða uppliving við Ung í arbeiði.