Ongi úrslit

Clickhaze í Mentanarhúsinum

Allir teir upprunaligu limirnir eru við

© PR Mynd
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Clickhaze, tónleikabólkurinum sum aftur er aktuellur og sera væl umtóktur, hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í annaðkvøld klokkan 23.00.

Hóast nógv ár eru liðin, tykist tónleikurin hjá Clickhaze framvegis at hava ein serligan týdning fyri nógv, tí konsertin var útseld eftir stutta tíð.

-Tað gleðir meg, at Clickhaze enn hevur eitt sindur av týdningi, og fyri meg er tað stórt at hava notið eitt sindur av gandi við teimum, tí tey eru mínum hjarta inniliga kær.

Hetta segði Petur Pólson, sangari í bólkinum, tá vit bóðu hann um eina viðmerking til, at tey hav fingið comeback eitt so nógv ár aftaná at tey góvust.

Føroyski bólkurin var stovnaður í 1999 og hevði sína stórtíð kring aldarskiftið. Seinast limirnir spældu saman sum Clickhaze, var í 2003.

Nú, 23 ár seinni, eru tey so aftur farin á pall saman.

Limirnir eru nú sum tá, Eivør Pálsdóttir, Petur Pólson, Jón Tyril, Bogi á Lakjuni, Høgni Lisberg, Jens L. Thomsen og Mikael Blak.

Mikael var ikki við heilt frá byrjan, men kom uppí bólkin til Prix Føroyar í 2001.

Bólkurin er serliga kendur fyri sítt sermerkta bland av indierokki, trip-hop og føroyskum tónleikaíblástri. Nøkur tey kendastu løgini eru Indigo Brow, Skirvin Flá og Daylight.

Fyrsta comeback-konsertin var hildin á G! Festivalinum í Syðrugøtu, og konsertin á Mentanardøgunum í Fuglafirði verður tann seinasta av trimum konsertum í ár.

Tað eru allir teir upprunaligu limirnir sum fara á pallin í Fuglafirði.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

Í gjár kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33