Danmark hevði eitt alment avlop á 35,5 milliardir krónur í øðrum ársfjórðingi 2026. Tað eru 12,3 milliardir krónur meira enn í fyrsta ársfjórðingi, sambært Danmarks Statistik.
Almennu inntøkurnar vóru 415,3 milliardir krónur, meðan útreiðslurnar vóru 379,9 milliardir.
Størstu útreiðslurnar vóru lønir til alment starvsfólk, sum vóru 116,2 milliardir krónur, og inntøkuflytingar til húsarhaldini, sum vóru 116,9 milliardir.
Skuldin vaks kortini
Hóast stóra avlopið minkaði almenna fíggjarliga nettoognin við 11 milliardum krónum og var 871 milliardir við endan av ársfjórðinginum. Minkingin komst serliga av negativum virðisbroytingum í skrásettum partabrøvum og øðrum ognarbrøvum.
Samstundis vaks ØMU-skuldin við 19,4 milliardum krónum upp í 859,1 milliard. Tað svaraði til 27 prosent av BTÚ, og er harvið ein tann lægsta skuldin av sínum slag í Evropa.