Danski búskapurin hevði greiða framgongd í øðrum ársfjórðingi 2026. Bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, vaks 0,9 prosent frá fyrsta ársfjórðingi, tá ið hædd verður tikin fyri prísgongd og árstíðarsveiggjum.
Vøksturin var munandi størri enn í fyrstu uppgerðini. Danmarks Statistik hevur uppskrivað vøksturin við 0,6 prosentstigum eftir at hava fingið nýggjar og dagførdar upplýsingar um millum annað ídnaðarframleiðslu, keyp og sølu hjá fyritøkum og uttanlandshandil.
Í fyrra hálvári 2026 var danska BTÚ 6,0 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Samstundis vaks talið av fólki í arbeiði við 0,2 prosentum í øðrum ársfjórðingi. Tað svarar til 7.800 fólk.
Heilivágsídnaðurin dró vøksturin upp
Heilivágsídnaðurin hevði stóran týdning fyri framgongdina. Virðisøkingin í øllum búskapinum vaks 1,1 prosent, men 0,7 prosent, tá ið heilivágsídnaðurin verður tikin frá. Eisini annar ídnaður og almenni geirin góvu eitt jaligt íkast til vøksturin.
Útflutningur og íløgur vuksu
Føstu bruttoíløgurnar vuksu 1,5 prosent. Serliga bygging og anlegg drógu upp, meðan íløgur í flutningstól og maskinur minkaðu.
Samlaði útflutningurin vaks 1,5 prosent, og innflutningurin vaks 1,8 prosent. Vøruútflutningurin vaks 2,8 prosent, meðan tænastuútflutningurin minkaði 0,5 prosent.
BTÚ var 806,1 milliardir DKK í øðrum ársfjórðingi.