Ongi úrslit

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Løgtingslimur undrast á at hesi ferðast so nógv uttanlands sum tey gera
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Hví ferðast landsstýrisfólk so nógv uttanlands - og hvat kostar tað? Tað vil Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, nú hava løgmann at svara upp á

Tí hevur hann spurt Bein Johannesen, hvussu nógvar ferðaútreiðslur hevur hvørt einstakt aðalráð havt síðani 13. apríl í ár, tá ið samgongan varð skipað.

Hann vil eisini hava løgmann at greiða frá, hvussu nógvar dagar hvørt einstakt landsstýrisfólk hevur brúkt í útlondum í arbeiðsørindum.

Hann spyr eisini um hesir pengar, og hendan arbeiðsorkan ikki kundi verði brúkt betur.

– Heldur løgmaður, at tey landsstýrisfólk, sum í høvuðsleitum varða av innlendismálum, røkja áhugamál føroyinga best við at verða í Føroyum ella við at ferðast í útlondum, spyr Steffan Klein Poulsen.

Hann sigur, at hann undrast á, at øll landsstýrisfólkini eru so nógv burturstødd í ørindum uttanlands.

– Tað er til at skilja, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ferðast regluliga fyri at røkja okkara áhugamál í ríkisfelagsskapinum og mótvegis útlondum annars, sigur hann.

– Tað er tó ringt at skilja, at tey landsstýrisfólk, sum í høvuðsheitum varða av innlendismálum, brúka so nógva tíð í útlondum, leggur hann afturat.

Hann segði eisini í einum orðaskifti á Løgtingi at hann hevði kanna kalendararnar hjá landsstýrisfólkunum og tað vísti seg, at í fimm vikur, var tað bara í ein einasta arbeiðsdag, at øll landsstýrisfólkini vóru stødd í Føroyum í senn, annars var altíð onkur uttanlands.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31