Ongi úrslit

Danmark: Koronuavmarkingarnar fella burtur

Covid-19 er ikki longur roknað sum samfelagskritisk sjúka í Danmark, og av somu orsøk fella seinastu koronuavmarkingarnar burtur.

Steinar Patursson
10. sepember 2021 kl. 12:43

Frá í dag verður covid-19 ikki longur roknað sum ein samfelagskritisk sjúka í Danmark, og av somu orsøk verður sagt farvæl til seinastu avmarkingarnar, ið hava verið galdandi hetta seinasta hálvtannað árið.

Danska samfelagið lat so at siga upp 1. September, og fleiri av átøkunum og avmarkingunum fullu tá burtur. Millum annað lótu náttklubbar upp aftur, og kravið um at vísa koronupass á matstovum og fitnessstøðum varð ikki longur galdandi.

Nú fellir eisini kravið burtur um at vísa koronupass til náttarlívið og til tiltøk, har fleiri enn 500 fólk savnast, skrivar TV2.

Magnus Heunicke, danskur heilsumálaráðharri, sigur, at gerandisdagurin er nú tann sami sum áðrenn koronu.

Orsøkin til, at Danmark nú kann sleppa seinastu avmarkingunum, er, at nóg nógvir danir hava nú latið seg koppsett, sigur Jens Lundgren, professari í infektiónsmedisini á Ríkissjúkrahúsinum, við TV2.

Jens Lundgren ger kortini greitt, at koronuvirusið er framvegis til staðar, og at neyðugt verður framvegis at halda eyga við støðuni, tí hon kann broytast.

Hóast avmarkingarnar í danska samfelagnum eru burtur, eru framvegis avmarkingar í sambandi við komu til Danmarkar, og neyðugt verður at nýta munnbind á flogvølli og umborð á flogførum, tí har eru altjóða reglur galdandi, skrivar TV2.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41