Ongi úrslit

Dansk Luftfart: Nýggjar ES-reglur kunnu geva dýrari flogferðaseðlar

Nýggjar ES-reglur um rættindi hjá flogferðafólki kunnu elva til dýrari flogferðaseðlar, ávara Norwegian og Dansk Luftfart.

© Erik Odiin / Unsplash
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Nýggjar ES-reglur kunnu gera tað dýrari at flúgva. Tað ávara bæði Norwegian og vinnufelagið Dansk Luftfart um, eftir at Evroparáðið og Evroputingið eru komin ásamt um eina nýggja avtalu um rættindi hjá flogferðafólki. Tað skrivar DR.

Reglurnar verða væntandi settar í gildi seinna hálvár í 2027. Prísurin á einum flogseðli skal tá fevna um bæði eina hondtasku og eitt kabinukuffert. Ferðafólk kunnu síðan velja kabinukuffertið frá og fáa ein lægri prís.

Rokningin endar hjá kundanum

Dansk Luftfart heldur, at kravið fer at økja útreiðslurnar hjá flogfeløgunum.

– Tað er bara eitt stað, rokningin kann enda, tá flogfeløgini fáa størri útreiðslur, sigur Mathias Milling, skrivstovuleiðari hjá Dansk Luftfart.

Endurgjaldið verður varðveitt

Ferðafólk kunnu framvegis fáa millum 1.865 og 4.475 krónur í endurgjaldi, um ein flogferð verður meira enn tríggjar tímar seinkað.

Norwegian væntar, at fleiri ferðafólk fara at hava hondviðføri við. 

– Tað økir um brennievnisnýtsluna og ger flogferðina dýrari, sigur Sara Neergaard, leiðari hjá Norwegian í Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

2 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07