Ongi úrslit

Danska passið í heimsklassa: Gevur atgongd til 186 ferðamál uttan visum

Danska passið er framvegis eitt av heimsins sterkastu og er á fjórða plássi í nýggjasta Henley Passport Index.

Danska passið er framvegis eitt av heimsins sterkastu.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Danmark deilir fjórða plássið við millum annað Noreg, Finnland, Frakland og Týskland. Við donskum passi ber til at ferðast til 186 ferðamál uttan at søkja um visum frammanundan.

Svøríki er á triðja plássi við 187 ferðamálum, meðan Ísland er nummar tíggju við 180 ferðamálum.

Singapore er fremst

Singapore varðveitir oddasessin. Við singaporskum passi ber til at ferðast til 192 ferðamál uttan visum frammanundan.

Japan, Suðurkorea og Sameindu Arabisku Emiratini deila annað plássið við 188 ferðamálum.

Afghanistan er niðast á listanum. Afganska passið gevur bert atgongd til 22 ferðamál uttan visum frammanundan.

Henley Passport Index fevnir um 199 pass og 227 ferðamál. Listin varð dagførdur 16. juli 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00