Ongi úrslit

Danskir pengaseðlar gjørdust virðisleysir: Yvir 21 milliardir krónur latnar inn

Meira enn 21,2 milliardir krónur í gomlum pengaseðlum vórðu latnar inn, áðrenn freistina 31. mai. Nú eru 1.000-krónuseðlar úr 2009-røðini og eldri seðlarøðir loksins virðisleysar.

© Danmarks Nationalbank.
Edmund Jacobsen
2. juni kl. 18:45

Talan er um størstu innkalling av pengaseðlum í Danmark síðani seinna heimsbardaga.

Eftir eitt 2,5 ára innkallingarskeið hevði Danmarks Nationalbank fingið inn 87 prosent av samlaða virðinum á teimum seðlunum, sum vórðu kallaðir inn.

Næstan allir 1.000-krónuseðlarnir komu aftur

Sambært Nationalbankanum vórðu yvir 20,1 milliardir krónur latnar inn í 1.000-krónuseðlum úr 2009-røðini. 

Tað svarar til 96 prosent av teimum 21,1 milliardunum króna, sum vóru í umferð.

Innleveringin av eldri seddlarøðum var munandi lægri. 

Har vórðu góðar 1 milliard krónur latnar inn, svarandi til 30 prosent av samlaða virðinum.

Meginparturin latin inn innan freistina

Nationalbankin upplýsir, at meginparturin av seðlunum varð nýttur ella latin inn, meðan teir framvegis kundu brúkast í handlum og peningastovnum. 

Seinasta árið vóru serligar innleveringarstøðir tøkar í Aarhus, Odense og Keypmannahavn.

Stutt undan freistini vaks trýstið nógv. Umleið 7.000 borgarar og fyritøkur vórðu skrásett til víðari viðgerð, tí innleveringarstøðirnar ikki megnaðu at avgreiða øll málini rættstundis.

Hesi verða liðugt viðgjørd komandi mánaðirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

20 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47