Ongi úrslit

Dátueftirlitið: KT-trygdin hjá Klaksvíkar kommunu er nú nøktandi

Dátueftirlitið metir nú, at átøkini hjá Klaksvíkar kommunu eftir álvarsliga trygdarbrotið í 2024 eru nøktandi, og málið er lokað.

© Dimmalætting / Edmund Jacobsen
Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið, sum rakti Klaksvíkar kommunu í september 2024. Eftirlitið metir, at arbeiðið, sum kommunan hevur gjørt eftir netálopið, er nøktandi, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið. Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrotið, sum rakti Klaksvíkar kommunu í september 2024. Eftirlitið metir, at arbeiðið, sum kommunan hevur gjørt eftir netálopið, er nøktandi, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Kommunan hevur eftir áheitan frá Dátueftirlitinum mett um KT-trygdina, gjørt eina nágreiniliga váðameting og dagført trygdargrundarlagið. KT-trygdarpolitikkurin er eisini endurskoðaður, og arbeiðið við kunningartrygd og dátuvernd er styrkt.

Fekk álvarsliga átalu

Avgerðin kemur fáar mánaðir eftir, at Dátueftirlitið gav Klaksvíkar kommunu álvarsliga átalu og kravboð.

Teldusníkar høvdu fingið atgongd til KT-skipanirnar hjá kommununi og vóru inni í skipanunum frá 8. til 28. september 2024. Sambært Dátueftirlitinum hevði kommunan onga váðameting gjørt, áðrenn álopið fór fram.

Dátueftirlitið staðfesti eisini, at KT-trygdin als ikki var á nøktandi støði. Eftirlitið metti, at kommunan við grovum ósketni hevði brotið dátuverndarlógina. Undir álopinum vórðu upplýsingar eisini stolnar.

Skal halda fram við trygdararbeiðinum

Í endaligu metingini staðfestir Dátueftirlitið, at kommunan nú hevur gjørt eina gjølla og skipaða váðameting og sett tiltøk í verk fyri at minka um vandan fyri, at líknandi trygdarbrot raka kommununa aftur.

Klaksvíkar kommuna sigur, at hon framhaldandi fer at arbeiða miðvíst við KT-trygd, dátuvernd og áhaldandi at betra trygdarstøðið.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01