DecarbFaroe kannar møguleikan fyri at goyma koltvísúrni í føroyskum basalti. Á nýligum skúlavitjanum greiddu granskararnir John M. Millett og Barbara B. Thorsteinsson frá veðurlagi, burðardyggari orku, eldgosum og kolefnisgoymslu.
Serligan áhuga vakti møguleikin fyri, at CO₂ kann verða umskapað til støðug karbonatsteinevni í føroysku basaltløgunum.
Evnið elvdi til lívligt kjak og nógvar spurningar frá næmingunum.
Spurningar um trygd
Somu vikuna varð almennur fundur hildin í Tórshavn, har fólk kundu fáa meira at vita um kolefnisgoymslu og DecarbFaroe-verkætlanina.
Eftir framløgurnar spurdu luttakararnir millum annað, hvussu CO₂ verður skilt úr royki, og hvussu tryggjast kann, at grundvatnið verður vart, um koltvísúrnið verður goymt í undirgrundini.