Ongi úrslit

Dialysuviðgerð - ein læknafaglig ella ein politisk avgerð?

Sylvia Thomsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Sjálvstýri
4 tímar síðan

Fyri tann, sum er bundin at dialysuviðgerð, er tað ikki bara ein praktiskur spurningur at koyra til Havnar tríggjar ferðir um vikuna, alt árið runt og í øllum veðri — tað er ein tungur partur av sjúkuni sjálvari.

Dialýsuviðgerð í Klaksvík er ikki bara ein læknafakligur spurningur, men eisini ein politisk avgerð um javnrætt og lívsgóðsku. Tað er ein veruleiki, um sjúklingar verða noyddir at brúka hundraðtals tímar upp á ferðing fyri at fáa viðgerð fyri kroniska sjúku.

Landsstýriskvinnan kastar ábygdina frá sær
Í svari upp á § 52 fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu sigur landsstýriskvinnan, at eingin ítøkilig ætlan er um dialysuviðgerð í Klaksvík

Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur í svarinum, at hon heldur seg til læknafagligu metingina um, at dialysuviðgerð ikki eigur at verða sett á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men spurningurin er, um hetta einans er ein læknafaglig avgerð.

Eftir mínum tykki er tað eitt heilsupolitiskt mál, um dialysuviðgerð skal veitast á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Sjálvandi skulu læknar og heilsufaklig serfrøði hava stóra ávirkan á slíkar avgerðir. Men tað merkir ikki, at politikarin kann leggja ábyrgdina frá sær við einans at taka atlit til læknafakligar metingar. Samlaða metingin byggir á eitt munandi breiðari grundarlag, enn bert læknafakligheit.

Sjúklingurin má ikki hvørva í skipanini
Her eru fleiri atlit at taka. Tað snýr seg ikki bara um læknafakliga trygd, búskap og organisering. Tað snýr seg eisini um javnrætt í atgongd til heilsutænastur, lívsgóðsku, arbeiðslív, familjulív og orku hjá kroniskum sjúklingum. Og ikki minst snýr tað seg um ta grundleggjandi meginreglu, sum alt heilsuverkið eigur at byggja á: at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum.

Um satelitdialysa longu er mett fakliga forsvarlig í Suðuroy, so er tað rímiligt at spyrja: hvørji objektiv kriterii gera, at sama skipan ikki kann brúkast í Klaksvík?

Hvussu tungt skal gerandislívið hjá einum kroniskum sjúklingi vera, áðrenn vit sum samfelag siga, at nú má tænastan flytast nærri sjúklinginum?

Klaksvík er partur av sama sjúkrahúsverki
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru høli longu tøk. Har eru frammanundan medisinskir yvirlæknar frá Landssjúkrahúsinum regluliga, og samstarv er longu millum sjúkrahúsini. Hetta er jú eitt og sama sjúkrahúsverk.

Tí eigur tað ikki at vera óhugsandi at skipa eina trygga og fakliga forsvarliga dialysuviðgerð í Klaksvík, eins og gjørt verður aðrastaðni.

Lívsgóðska er eisini ein partur av viðgerðini
Um føroyska sjúkrahúsverkið veruliga byggir á meginregluna um, at sjúklingurin er í miðdeplinum, so ber ikki bara til at hyggja at kliniskum úrslitum, komplikatiónum og kostnaði. Tað eigur eisini at verða hugt at lívsgóðsku, ferðing, arbeiðsmøguleikum og tí orku, sum sjúklingurin hevur eftir, tá viðgerðin er liðug.

Hví skulu sjúklingar norðanfjørðs brúka hundraðtals tímar um árið í einum bili fyri at fáa eina heilsutænastu, sum onnur fáa í nærumhvørvinum?

Læknar skulu meta um trygdina – politikarar skulu taka ábyrgdina
Sjálvsagt skulu læknar greiða frá fakligu avleiðingunum og tryggja, at viðgerðin kann veitast forsvarliga. Men avgerðin um, hvussu nógv samfelagið vil leggja dent á lívsgóðsku hjá kroniskum sjúklingum í mun til organisering og kostnað, er í síðsta enda ein politisk avgerð.

Tí fari eg at heita á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at hyggja at hesum málinum við einum breiðari heilsupolitiskum sjónarhorni.

Eisini fari eg at heita á allar politikarar við tilknýti til fólkið norðanfjørðs um at standa saman um hetta mál.

Vit eiga ikki at góðtaka, at norðingar ikki fáa somu møguleikar fyri viðgerð í nærumhvørvinum, sum onnur í Føroyum.

Sylvia Thomsen,
sjúkrarøktarfrøðingur,
Sjálvstýri

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03