Ongi úrslit

Dinna á Verkstaðnum 100 ár

Hátíðarhald var á Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi seinrapartin í dag, nú Dinna Petersen fyllir 100 ár. Borgarstjórin og stýrisformaður Roðans Tórbjørn Jacobsen heilsaði henni við hesum orðum

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri
1 tími síðan

Dinna á Verkstaðnum

Á einum brósti á Langanesi hongur ein málningur, sum málarin hevur eyðmerkt við signaturinum JJP92. Vann hann við atgongumerkinum á einari framsýning hjá Leyvufelagnum í Eysturoy fyri nakað nógvum árum síðan. Motivið ger greitt, at málarin stendur onkustaðni ímillum Dalskinsfjall og Funningsmúla, og dygst frammanfyri honum stendur kirkjan og bygdin hesumegin Stórá. Vit eru í Elduvík. Omma hansara, ið eigur penslastrokini, var slektað úr bygdini. Maria. Kona Jóannes í Beitinum á Glyvrum. Mamma hennara var Anna Katrina, slektað úr Niðristovu á Glyvrum. Hon var systir Jákup, - langabba mín á Langanesi. Maria og Marin vóru samsystrar, Anna Katrina doyði ung frá teimum, og meðan Maria kom út á Glyvrar at vera, fór systirin Marin til Havnar, har ið hon giftist við Meinhardi Jacobsen. Eitt av børnum teirra var heimsgitni rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen. Soleiðis vóru Katrina í Beitinum, mamma Jakku á Verkstaðnum, og Jørgen-Frantz Jacobsen systkinabørn, og vit báðir Jakku vóru - hóast aldursmunin - fermenningar úr sama streingi. Slóðin av slekt kann vera orsøkin til myndevni. Annars fekk Elduvík eina serliga støðu í okkara føri, tí at pápi mín eitt skifti undir krígnum, táið týskurin bumbaði upp á tað mesta á fjørðinum, búði og gekk í skúla har norðuri. Trina í Liðanum, sum var arbeiðsgenta á Langanesi í fleiri ár og gumma hansara, tók hann norður við sær at vera. Ikki tykkum at siga hevur Joen Jacob Petersen – vanliga róptur Jakku á Verkstaðnum - málað málningin.

Elduvík hoyrdi og hoyrir framvegis til Fuglafjarðar prestagjald. Í dag, fyri júst hundrað árum síðan hendi tað, at eitt gentubarn varð borið í heim í tí, sum tá var ein bygd og kortini mett sum meginbygdin í oynni. Har vóru stórvirkini, har búði sýslumaðurin, og tað kemur ikki av ongum, at skip í Eysturoy eru skrásett FD við einum nummarspjaldri atknýttum. Foreldrini vóru Davina og Christian Petersen, og var hon skírd Jóhanna Petrina Sofía Petersen. Hvussu heitið Dinna kom burturúr hesum, man vera ein líka stór gáta sum tað, at Tobbi kom burturúr Tórbjørn. Vit, bygdarfólk og grannar, hava ikki rópt hana fyri annað enn Dinna á Verkstaðnum.

Kom man inn í hendan heimin í 1926, líkamikið um tað var í Fuglafirði ella aðrar staðir í heimi, so hevur tað gingið niðaná og oman brekkur. Dinna er fødd trý ár fyri húsagangin í Wall Street, sum kollrendi búskapin í vesturheiminum. Tríatiárini vóru eisini kørg í Føroyum, serliga tí at botnurin leyp undan keypiorkuni av borgarastríðnum í Spaniu, tað slapst ikki av við saltfiskin, og stórur partur av vinnulívinum fór út av ørvarendanum, og eftir tað rendu vit okkum í eitt heimsstríð. Dinna fór sum vanligt var í skúla 7 ára gomul í 1933 og gekk barnaskúlan fram til 1940. Eftir tað rendi hon seg í eitt persónligt ódnarveður, sum annars gjørdi enda á nógvum føroyingum. Bróstsjúka - tuberklar – herjaði á hana bert 17 ára gomul. So heppin vóru vit, at saksuningurin og yvirlæknin Vilhelm Magnussen valdi at brúka sítt lív, til tess at fáa bilbukt við og at basa hesi lemjandi sótt. Dinna var illa rakt av tuberklum, og hon búði í fleiri skiftum á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum – Sanatori´inum, sum tað eisini varð rópt. Fimm ferðir vitjaði sjúkan aftur, og hon var undir læknahond í Hoydølum í 3-4 ár tilsamans. Nú havi eg kent onkran, sum endaði í somu støðu sum Dinna, og ongin ivi er um, at ein lagna sum hendan, ávirkar lívið so ella so. At liggja saman við fólki sum ikki hóra undan, og sjálvur liggja á markinum millum lív og deyða á so ungum árum, tað setir síni spor. Í Dinnusa føri kann eg ætla, at avbjóðingin hevur styrkt hana soleiðis, at hon í dag røkkur ein óvanliga høgan aldur.

Tað er ikki ókent, at nógv er sungið í Fuglafirði. Ein av nógvum, sum slóðaðu fyri á tí mótinum, var kennarin Herluf Berthelsen, og Dinna sang í kórinum hjá honum. Hon lurtaði annars nógv eftir klassiskum tónleiki og kórsangur kom at fylla nógv í lívi hennara. Tað sigst, at hon lurtaði serliga nógv eftir Mariu Callas og Edith Piaf – tvær divur á ovastu rókum í sínari tíð.

Sum hjá teimum flestu kemur tíðin einaferð hagartil, at lívið skal halda fram. Slektin aftaná tær er jarðiska framhaldið, og til tess krevst ein maki. Rituvíkingurin Joen Jacob Petersen, ættaður úr Beitinum á Glyvrum, kemur í skotmála, tey gerast góð, og giftast í 1951. Eftir tað koma børnini Davina í 1952, Katrin í 1957 og Eyðun í 1960. Nú eri eg miðskeiðis á leiðini millum døtrarnar og nakað væl eldri enn sonurin, tann munurin er stórur í óvita- og tannárum, men styttist sohvørt sum vit nærkast gravarmúlanum. Vit báðir Eyðun hava annars í mong ár, vikuliga, verið á sama liði í innandura fótbólti, og tað hevur gingið sum eftir ánni.

Jakku var ein visionerur maður. Hegnismaður líka. So heppin var hann hartil, at hann kom undir veingjabreiði hansara Niels Paula Hansens. Framsóknarmaður meiri enn tey flestu, primus inter pares, ongin hevur havt størri týdning fyri hesi svæði enn júst hesin heimistovumaðurin, sum valdi eitt 8 marka kongsfesti frá, fyri heldur at brúka sítt lív til at brynja okkum til eina ókenda framtíð. Sum politikari og arkitektur og so mangt annað. Jakku lærdi á snikkaravirki hansara dygst sunnanfyri gjónna á Glyvrum, og eftir lærutíðina leigaði hann virkið frá honum og gjørdist soleiðis sjálvstøðugur vinnurekandi. Eftir at tey bæði høvdu fingið rúm fyri sethúsum og verkstaði í Grinkilsgerðinum hjá Vollabóndanum, fluttu tey inn í 1951, og miðskeiðis í sekstiárunum var víðkað um verkstaðin inneftir. Har var ovmikið at gera, og sum tikið verður til í sanginum til Boga og allar nýføðingar í verðini: ”Tað eru teir, frá snikkaravirkinum, ið smíða vindeygu og sengur úr frískum træi, so at tú um næturnar kanst droyma, ballaður inn í trygga dýnu.” Vit óvitar vitjaðu tíðum á verkstaðnum, og í spønrokinum hómaðu vit kimiligar lógvar, sveinar og lærlingar, framleiða alt tað sum føroyski marknaðurin tá hevði tørv á. Stuttflutt - sum tað so flott eitur í okkara tíð.

Tað krevur sín mann at vera sjálvstøðugur vinnurekandi, og tað krevur so sanniliga eisini eina holla konu, sum gerst ein partur av høpinum. Frekvensurin er ein annar í einum vanligum sethúsum, enn einum, sum samstundis onkursvegna er eitt vinnuvirki. Umframt tað skuldi Dinna kálvføða børnini og halda hús. Serliga legði man merki til, hvussu snøgt ta altíð var kring um húsini, og ætlast kann, at Dinna hevði meiri enn ein fingur við í tí spælinum.

Í stóran mun eru tríggjar bygdir í økinum vaksnar saman til ein bý hesa tíðina, sum Dinna hevur verið glyvrakona. Langt var millum húsini miðskeiðis í hinari øldini. Í mun til í Fuglafirði og í Gøtu, har húsini fyri tað mesta standa inni í hvørjum øðrum, ávirka kringumstøðurnar á ein annan hátt. Omma mín í Gøtu gjørdi ta eygleiðingina, at í Gøtu gjørdi man neyðug ørindi í tí sum man stóð í, um neyðugt fór ein kona til handils í hvíttbotnaðum gummiskóm, soleiðis var ikki Út eftir Síðu, sum hon rópti økið herúti, her snákaðu konurnar sær og lótu seg í fínasta puss, bara fyri at gera vanlig gerandisørindir. Dinna var onki undantak. Hon var lík einari drotning, táið hon fór til gongu eftir vegnum, ein serligur ljómi hekk uppi við henni, hon hevði stíl, sum vit høvdu sagt í dag. Eitt drag av tilviti um at umboða okkurt, eina sivilisatión. Tey vóru ikki so mong, húsini innanvert gjónna, men børnini leiktu saman, og konurnar vóru fyri tað nógva heimaarbeiðandi, menninir vóru til skips ella snikkarameistarar, og eg kann ætla at tær hava spjallað nakað væl saman, táið tær møttust ella yvir máltráðin. Hesum høpinum vuksu vit upp í sum grannar, hóast tað var longri ímillum húsini her enn í Fuglafirði og í Syðrugøu. Fuglafjørður var í eldri tíð eitt slag av høvuðsstaði í oynni, har var nógv virksemi, stovnar, kórvirksemi og vinir, men á sama hátt sum við mammu mínari, so treivst Dinna í tí, sum tá var meiri at kalla eitt oyðið øki í mun til upphavið. Hon hevur ikki ynskt at flyta innaftur og eystur um fjallarøðina aftur. Hon treivst. Soleiðis hevur hon í egnum lívi verið við í eini óvanliga stórari menning eystanfyri við Skálafjørðin. Vit, sum búgva í grannalagnum, hava eisini lagt til merkis, at hennara upprunaligu bygdarmenn, fjølskylda og vinir, tíðum hava stokkið inn á gólvið hjá henni.

Hevur man livað nóg leingi, so veit ein, at Dinna tók kórsangin við sær úr heimbygdini. Hon var sopranur, hevði eina óvanliga góða rødd, og í 1969 tók hon saman við øðrum stig til at stovna Kór Glyvra Kirkju. Úrmælingurin úr Lamba, Símun Nónklett, gjørdist kórleiðari, og longu í 1972 og í 1973 komu tvær LP-plátur frá kórinum. Kirkjutónar og Í adventini. So framúr góða rødd hevði Dinna, at hon sang solo í sanginum Tantum Ergum, og eisini sang hon solo, táið kórið framførdi stórverkið Messias hjá Händel. Kórið er framvegis uppi á døgum, og í fjør góvu vit út plátuna Nú hitar sólin bjarta við Meinhardi Bjartalíð pastori sum dirigenti.

Takk fyri, at kirkja tín ongantíð svevur,

um jørðin melur við ferð avstað,

við songi títt fólk her tær heiður sín gevur

og sigur tær tøkk fyri nátt eins og dag.

Soleiðis verður tikið til í einum sálmi, og vit kunnu leita heilt aftur til Platon, sum ein annar fuglfirðingur hevur flutt yvir á føroyska tungu, ið sigur, at tónleikur er meiri enn undirhald, hann er eitt magnfult námsfrøðiligt og moralskt amboð, hvørs rytmir og harmoni´ir tilevna sálir okkara og samfelagið annars.

Sagt verður um Dinnu, at hon er serstakliga fitt í hondunum, og tað sæst ikki minst aftur á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Væl dugir hon at gera mat og at baka, og blíðskapur er hennara serliga eyðkenni, og tey eru mong, ið hava sitið væl við borð hennara í Grinkilsgerðinum. Trúskapur er eisini eitt av hennara virðum, hon gjørdist pennavinkona við danska gentu, táið hon var 10 ára gomul. Tær skrivaðu saman í 70 ár, vitjaðu eisini hvørja aðra, heilt fram til tann dagin Kaja, vinkonan, fór um gravarmúlan.

Nú fari eg at enda við fermenninginum Jakku á Verkstaðnum. Nú kemur tað tíðum fyri, at borgarstjórin fær døgverða serveraðan Fyri uttan Garðar á Glyvrum, í gamla grannalagnum hjá Dinnu. Hon - sum bjóðar - fyllir 95 ár á nýggjárinum, um Guð og heilsa vilja tað soleiðis. Táið foreldur míni bygdu húsini, í fyrru helvt av sekstiárunum, var køkurin bílagdur frá Snikkaravirkinum á Glyvrum. Hugsi at tað er annar køkurin frá virkinum, hin fyrri var hann hjá fastir mínari Nancy, eisini í grannalagnum, og eg haldi meg vita, at Piddi undir Lyngbrekku var domptørur í báðum førum, meðan Jakku var sjefurin. Og har sita vit, móðir og barn, 94 og 70 ára gomul og fáa okkum mettuna í einum køki, sum nú er meiri enn 60 ára gamal, og tað sæst so at siga ikki slit á honum. Valaverk, - og tað sigur ikki so lítið um tann hugburð og tað virksemi, sum eisini Dinna var ein partur av.

Við hesum orðum fari eg at ynskja borgaranum og grannanum, Dinnu á Verkstaðnum, hjartaliga til lukku við teimum hundrað árunum og ynskja tær eitt fjálgt lívskvøld í vesturroða lívsins í góðu hondum Hansara, sum øllum ræður.

 

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05