Klokkarin í Notre Dame verður frumsýndur í Høllini í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 4. september klokkan 19.30. Sangleikurin er á føroyskum og varir 120 minuttir, íroknað steðg. Atgongumerkini kosta 365 og 215 krónur.
Fimm føroysk tónlistafólk spæla allar leiklutirnar, syngja kór og manna samstundis alt orkestrið. Millum ljóðførini eru pumpuurga, flygil, paukur, marimba, kontrabassi, tvørfloyta og gittari.
Kend Disney-søga á føroyskum
Søgan snýr seg um Quasimodo, sum livir fjaldur í tornunum á Notre Dame. Tá hann fyri fyrstu ferð vágar sær út um kirkjumúrarnar, hittir hann Esmeraldu og verður drigin inn í eina spennandi og vandamikla ferð í París í 1482.
Leiksýningin byggir á Disney-filmin frá 1996, sum aftur byggir á klassisku skaldsøguna eftir Victor Hugo frá 1831. Alan Menken hevur skrivað tónleikin. Jákup Veyhe er leikstjóri, og Birgit Remmel hevur týtt sangleikin til føroyskt.