Drotning Elizabeth er deyð

Drotning Elizabeth II er deyð. Tað boðar bretska kongshúsið frá. Hon gjørdist 96 ár

Elizabeth drotning av Onglandi er deyð (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
8. september 2022 kl. 18:49

Drotning Elizabeth II av Onglandi er deyð. Hon gjørdist 96 ára gomul.

Hon andaðist á Balmoral-slottinum í Skotlandi í dag, stendur at lesa í boðum, ið bretska kongshúsið sendi út klokkan hálvgum sjey føroyska tíð.

Bretska hoffið boðaði fyrr í dag frá, at læknar vóru stúrnir um hennara heilsu. Stutt eftir komu tíðindini, at børnini hjá drotningini og ommubørnini vóru á veg til Skotlands at vera um hana.

Vanliga sendiskráin hjá BBC One varð ruddað, og allur tíðindaflutningur fór at snúgva seg um heilsuna hjá drotningini.

Drotningin hevur ikki luttikið til sínar almennar tænastur seinastu tíðina vegna versnandi heilsustøðu hennara, og hevur hildið til á Balmoral-slottinum í Skotlandi seinastu mánaðirnar.

Men í gjár vóru fyrrverandi forsætisráðharrin, Boris Johnson, og komandi forsætisráðharrin, Liz Truss, á Balmore-slottinum í samband við vaktarskiftið á Downing Street tíggju. Tað er eisini fyrstu ferð, at ein bretskur forsætisráðharri tekur við sínum starvi uttanfyri Ongland, eftirsum Boris og Liz flugu til Skotlands at møta drotningini. Truss verður tann 15 bretski forsætisráðharrin at leiða eina stjórn, tá Elizabeth hevur verið drotning. Tann fyrsti var Winston Churchill.

Hon varð borin í heim 21. apríl í 1926 sum fyrsta barn hjá George og Elizabeth, tá hertoga og hertoginnu av York. Í 1936 bleiv pápi hennara bretskur kongur, tá eldri beiggi hansara Edward VIII segði trónuna frá sær, og so bleiv Elizabeth fremsti trónarvingur.

Í 1947 giftist hon við Philip Mountbatten, fyrrverandi prinsi av Danmark og Grikkalandi. Tá Philip andaðist í apríl í fjør, høvdu tey verið gift í 73 ár og fingið fýra børn: Charles, Anne, Andrew og Edward.

Tá George V doyði í februar 1952, bleiv Elizabeth sum 25 ára gomul drotning av sjey óheftum Commonwealth-londum: Sameinda Kongsríkinum, Kanada, Avstralia, Ný Sælandi, Suðurafrika, Pakistan og Ceylon (í dag Sri Lanka), umframt leiðari av Commonwealth. Hon varð krýnd í 1953 og fer nú í søgubøkurnar sum tann, ið hevur sitið longst á bretsku trónuni.

Elizabeth II drotning hevði fleiri avbjóðingar tey mongu árini, hon sat á trónuni, ikki minst í sambandi við hjúnaskilnaðir hjá børnunum og tá verdóttirin Diana doyði í 1997. Men undirtøkan millum bretar fyri kongshúsinum hevur altíð verið stór og drotningin var altíð vælumtókt millum bretska fólkið.

Elsti sonur hennara, 73 ára gamli Charles, hevur nú heitið sum kongur av Sameinda Kongsríkinum og 14 øðrum Commonwealth-londum.