Ongi úrslit

Duga nú betri at hjálpa fólki á fjarskotnum plássum

Áki Bertholdsen
57 minuttir síðan

 Hesar seinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving í fyrstuhjálp í óbydgum øki.

 

Sostatt hevur Føroya Fjallabjargara Felag styrkt tann fakliga førleikan í tilbúgvingini, eftir at hesir 13 bjargingarfólkini nú hava lokið Wilderness First Responder -útbúgvingina.

Wilderness First Responder, ofta stytt WFR, er ein altjóða útbúgving innan viðgerð og fyrstuhjálp í fjarskotnum og krevjandi umhvørvi.

– Útbúgvingin er serliga ætlað fólki sum arbeiða í støðum, har tað kann vera langt á sjúkrahús ella til lækna.

Hetta ger útbúgvingina serliga viðkomandi fyri bjargingararbeiði í Føroyum, har uppgávur brúk kann vera fyri at hjálpa fólki í brattlendi og aðrastaðni har tað er rint at koma til - og ofta í ringum veðri og langt frá sjúkrahúsi og lækna.

– Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at okkara bjargingarfólk hava førleikar, sum eru lagaðir til tað umhvørvið, vit arbeiða í, sigur Gundur Mortensen, undirvísingarleiðari, í tíðindaskrivi.

Á skeiðnum hava sjálvboðin bjargingarfólki arbeitt við sjúklingameting, álvarsligum skaðum, bráðsjúku, niðurkøling og tey hava viðgjørt sjúklingar í langa tíð.

Ein týðandi partur av útbúgvingini er eisini at læra at taka avgerðir í støðum, har útgerð, manning og atgongd til læknahjálp, eru avmarkað.

– Hetta er eitt týdningarmikið stig í áhaldandi arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargara Felag at menna førleikar og fakliga støðið í føroyskum fjallabjargingararbeiði, sigur Gundur Mortensen.

– Við 13 nýútbúnum Wilderness First Responders hava vit styrkt okkara tilbúgving munandi. Tað gevur okkum eitt enn betri grundarlag fyri at veita trygga og fakliga góða hjálp undir krevjandi umstøðum í føroysku náttúruni, sogur hann.

Tað er Wilderness Medical Associates International ið stendur fyri undirvísingini og undirvísararnir vóru úr Íslandi. 

Hetta er fyrstu fer at undirvíst verður í hesum í Føroyum og tí hevur verið neyðugt við góðum samstarvi ímillum ábyrgdarlæknan hjá Fjallabjargarinum og Føroyskar myndugleikar eisini landslæknan og hetta samstarvið gekk sera væl.

Hetta merkir eisini at nú kunnu Fjallabjargarar geva lívsneyðugan heilivág táið bráðtørvur er á tí.

Fyri Føroya Fjallabjargara Felag, er málið at halda fram at menna bæði einstaka bjargingarfólkið og samlaðu tilbúgvingina, soleiðis at felagið er so væl fyrireikað sum gjørligt, tá tørvur er á hjálp í føroysku náttúruni.

Myndirnar tóku Heini Hansen og Jensjáku Hansen

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49