Ongi úrslit

Dupultkonsert við Lyon Hansen og donskum indie-rokki

The Mukherjee Development og Lyon Hansen fara á pall saman í Norðurlandahúsinum 10. oktobur kl. 20.00 at spæla fólkatónleik, rokk, blues og indie. Tveir sera ymiskir tónleikaheimar koma saman í sangum um samleika, longsul, sorg og tað, ið knýtir okkum saman.

Tíðindaskriv
23. sepember kl. 15:59

The Mukherjee Development hava spælt omanfyri 200 konsertir, og hava við hesum veruliga staðfest seg sum ein framúrskarandi góður konsertbólkur á danska tónleikapallinum. Forsangarin, Oscar Mukherjee, hevur danskar, amerikanskar og indiskar røtur, og tónleikurin, bólkurin spælir, snýr seg um samleika, vinalag og longsul.

Tónleikurin er ein blandingur av poetiskum fólkatónleiki, dragandi guittararokki og stórbærum filmiskum hæddum. Sangirnir á nýggjastu útgávuni Square Up On A Curve frá 2025 hava limirnir í bólkinum í høvuðsheitum skrivað saman. Úr hesum er sprottið eitt felags ljóð, ið er samansett av ymiskum tónleikaúttrykkum. Bólkurin hevur fingið gott ummæli í GAFFA og hevur veruliga staðfest sína styrki sum konsertorkestur við sínum omanfyri 200 konsertum.

Lyon Hansen hevur í mong ár verið ein serstøk rødd á føroyska tónleikapallinum. Tónleikur hansara flytir meg millum inniligan fólkatónleik, harðan elektro-blues og vælsvingandi country. Á útgávuni Skull-sized Kingdom sameinist tað stilla og tað ráa í sangum um sorg og gleði, óró og ró.

Fleiri av sangunum á útgávuni – millum annað Summar Nætur, Leið 400 og Kom Heim Við Mær – kenna tey flestu longu. Nú fara Lyon Hansen og The Mukherjee Development saman á pall við danskari og føroyskari sangskriving lið um lið.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Tá sporlið stýrir høvdinum

17 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49