Ongi úrslit

DYNAMIT-LØTA Á MENTANARNÁTTINI Á TVØROYRI

Tvøroyrar kommuna
16. mai kl. 20:09

Ofta verður sagt, at okkurt tónleikatiltak verður eitt satt brak, men á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai, er hetta ein sannroynd, tí eingin mætari mr Dynamit himself, Niclas Heri Jákupsson verður at hoyra og síggja, saman við superbólki sínum, á stóra pallinum í miðbýnum!

ØLL kenna løgini hjá Dynamit og teirra legendarisku framsførslur. Tey, ið eru eitt sindur upp í árunum, minnast mangar góðar løtur í gamla TB-húsinum, har Niclas Heri og Dynamit framførdu, men í ár sleppa vit so aftur at hoyra alt tað góða frá Niclas Hera og bólkinum.

Orkumikli klaksvíkinginum, Niclas Heri, megnar væl betri enn tey flestu, at fáa fjøldina upp at kóka, til tey mongu, væl umtóktu løgini hjá Dynamit og Niclas Hera sjálvum, ið nærum hvørt mannsbarn kennir og megnar at syngja við til.

Forsømið tykkum ikki og leggið leiðina fram við miðbýnum á Tvøroyri og syngið við til «Grøv nr. 13», «pápi tín býr í Tórshavn», «Til allar kvinnur», «Á lat meg vera» og eisini til tann heilt nýggja «Handyman», hjá Niclas Hera.

Bólkurin er samansettur av nøkrum av bestu tónleikarunum vit hava í landinum:

Niclas Heri Jákupsson - Sang Magni Husgaard - Tangentar Jóhan Ziskason - Guitar John Johansen - Bass Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur

VIT SÍGGJAST 29. MAI Á TVØROYRI

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03