Ongi úrslit

Effo styrkir virksemið í Danmark við keypi í Hirtshals

Effo hevur keypt Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab. Keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og økir bæði oljugoymsluna, veitingarmøguleikarnar og tænastustøðið hjá felagnum.

Tíðindaskriv
7 tímar síðan

Effo hevur við virknaði frá 15. september 2026 keypt Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab.

Keypið verður framt gjøgnum Carl Jensens Marinelager, sum Effo eigur saman við vinnulívsfólkum í Hirtshals. Í sambandi við keypið broytir Carl Jensens Marinelager navn til Effo Danmark, og samlaða virksemið í Danmark verður frameftir rikið undir hesum navni.

Effo hevur longu eitt gott grundarlag í Hirtshals, og við keypinum verður virksemið munandi styrkt. Effo Danmark fær nú størri oljugoymslur í Danmark, bunkringsbátar og tangabilar. Hetta gevur felagnum betri møguleikar at veita kundum eina breiðari og smidligari tænastu bæði á sjógvi og landi. Samstundis skapar samanleggingin møguleikar fyri at gagnnýta førleikar og kapasitet tvørtur um virksemið og við tíðini víðka bæði vøruúrval og tænastur í Danmark.

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, sigur: “Keypið gevur okkum møguleika at byggja víðari á tað góða grundarlagið, sum longu er lagt í feløgunum. Vit hava stóra virðing fyri tí, sum Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab hava bygt upp gjøgnum árini. Við teirra royndum, tænastum og virksemi fáa vit størri oljugoymslur, bunkringsbátar og fleiri tangabilar. Tað ger okkum enn betur før fyri at veita kundum okkara eina góða og álítandi tænastu.”

Hirtshals er ein týðandi havn fyri bæði fiskivinnu og sjóvinnu, og Effo sær góðar møguleikar fyri at menna virksemið víðari við støði í býnum. Við Effo Danmark verður virksemið savnað undir einum felags navni og einum sterkari grundarlagi.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan