Ongi úrslit

Eftir átta ár í Norðurlandahúsinum: Gunn Hernes hevur latið lyklarnar frá sær

Gunn Hernes er farin frá sum stjóri í Norðurlandahúsinum eftir átta ár. Nú bíðar ein ókend og munandi friðarligari gerandisdagur.

© Norðurlandahúsið.
Gunn Hernes bjóðar her nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum - Peter Tulinius Krarup - vælkomnum. Myndin var tikin fyri nøkrum vikum síðani.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Eftir átta ár við ábyrgd fyri starvsfólkum, fígging, menning og kós er eitt drúgt tíðarskeið í Føroyum komið at enda.

Gunn Hernes hevur latið lyklarnar til Norðurlandahúsið frá sær. Á LinkedIn lýsir fráfarandi stjórin fyrsta morgunin uttan ábyrgdina av norðurlendska mentanarstovninum sum eina óvanliga kenslu.

– Í dag vaknaði eg fyri fyrstu ferð í átta ár uttan ábyrgdina av at leiða Norðurlandahúsið í Føroyum. Tað kennist óvant. Arbeiðið hevur verið meira enn eitt starv. Tað hevur verið ein stórur partur av mínum samleika og gerandisdegi, skrivar hon.

Átta ár við stórari ábyrgd

Gunn Hernes tók við sum stjóri í 2018. Hon takkar millum annað Dagfinn Høybråten fyri álitið og starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum fyri tað, tey hava avrikað saman.

– Seinastu átta árini hava verið full av upplivingum, møguleikum, avbjóðingum og samstarvi, sum eg fari at bera við mær restina av lívinum. Ikki allir dagar hava verið ein veitsla, men hvør dagur hevur verið eitt stig fram á leið, skrivar hon.

Hon sigur, at norðurlendska samstarvið hevur verið kumpassið, sum hevur givið kós og meining øll árini.

Nú skal hon hvíla

Hvat næsta stig verður, veit Gunn Hernes ikki enn.

– Fyrst skal eg hvíla. Stilla meg av nýggjum. Anda eitt sindur. Kanska í nakrar vikur, kanska longur. Síðani skal eg finna út av, hvør eg eri, tá ábyrgdin av einum stovni ikki longur fyllir dagarnar hjá mær, skrivar hon.

Hon fer nú víðari við takksemi og stoltleika – og við forvitni um tað, sum liggur fyri framman.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13