Ongi úrslit

Ein misti koyrikortið og átta fingu klipp

Áki Bertholdsen
2. sepember kl. 07:44

Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg at kanna fersðluna og í hesum sambandi vóru tey bæði Havnini, í Norðstreymoy og í Runavík, at vita, hvussu skilið var.

og tað var ikki til fánýtis, tí fleiri bilførarar vórðu tiknir, og at teimum misti ein koyrikortið og átta bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Afturat hesum fingu teir allir bót.

Ein bilførari varð ein tikin fyri at koyra 92 kilometrar um tíman har tað bara er loyvt at koyra 60 og tað er nokk til at missa koyrikortið.

Tveir bilførarar koyrdu 74 í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50 og ein koyrdi 105 í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80. Teir fáa allir klipp í koyrikortið.

Harumframt fingu tríggir bilførarar 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið fyri at búka fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Ein bilførari koyrdi ímóti ferðsluni á einum vegi, har tað var einvegis ferðsla hinvegin so eisini hann fær bæði bót og klipp í koyrikortið.

Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í trygdarbelti.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06