Í gjár var løgreglan tvær ferðir eftir fólki - og í báðum førum vóru rúsevni uppi í.
Klokkan fimm seinnapartin í gjár varð ein bilur steðgaður, men tá ið bilførarin varð kannaður, fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður. Tað vísti seg eisini at vera rætt og sostatt varð hann skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Men tað tók hann so illa upp, at hann fór at leika í, men tað bøtti ikki um støðuna hjá gonum, tí úrslitið var, at hann eisini fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Løgreglan var eisini eftir einum manni, sum hótti onnur munnliga. Løgreglan sigur, at hann varð meldaður og tá ið tey tóku hann, vísti tað seg at hann hevði eisini rúsevni uppi á sær.
Løgreglan sigur, at hann varð handtikin og settur í brummuna ímeðan støða skuldi takast til, hvussu tey skulu handfara málið.