Klokkan 23.41 í gjárkvøldið ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá at eldur var komin í bilin ímeðan hann var staddur mitt inni í Norðoyatunlinum. Talan var ikki um ein elbil.
Bilførarin slapp sær úr bilinum og í ein annan bil og teir kúvendi og koyrdi aftur ímóti Leirvík. Ein bilur kom eisini úr Klaksvík og boðaði frá og báðir bilarnir fingu boð um at sleppa sær út aftur og at ávara teir bilar, tey møttu, so at eisini teir fingu vent við.
Síðani fóru bummarnir niður so at ikki fleiri bilar fóru í tunnilin og tunnilin varð stongdur. Men ein bilførari sigur, at í hvussu so er bummurin í Klaksvík virkar ikki eftir ætlan, tí hann fekk hann niður á takið á bilinum. Løgreglan sigur, at hann bleiv eisini við at lýsa reytt, hóast tunnilin var opin aftur. Løgreglan sigur, at Tunnilsfelagið kannar málið.
Sløkkilið fór úr Leirvík at sløkkja, tí ættin lá soleiðis, at trekkurin í tunlinum var norðureftir. Løgreglan sigur, at tað gekk væl at sløkkja og klokkan 00.15 var eldurin sløktur og so varð tunnilin latin upp aftur.
Men løgreglan sigur, at ímeðan tvey vóru í ferð við at rudda vegin aftur, koma tveir bilar koyrandi. Tann fremri tekur ferðina av, men tað ger tann aftari ikki og renur upp í reyvina á honum. Tað forðaði ferðsluni enn meiri.
Bilførarin á tí aftara bilinum verður skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu og tað kann hann vænta sær bæði bót og hann fær eisini eitt klipp í koyrikortið.