Herfyri mælti Heilsustýrið politiska myndugleikanum til at herða lógina um at brúka solarium í Føroyum.
Tað er eitt tilmæli, Krabbameinsfelagið tekur undir við. Sum støðan er nú, at tað ikki loyvt ungum undir 18 ár at fara í solarinum - men tað er bara galgandi í svimjihallum og á øðrum støðum undir tí almenna-
Aldursmarkið er ikki galdandi fyri allar tær privatu sólstøðirnar tí har kunnu ung undir 18 ár, fara í solarinum Og tað er hetta, bæði Heilsustýrið og Krabbameinsfelagið biðja Landsstýrið broyta so at forboðið ímóti at ung undir 18 ár fara í solarinum,verður galdandi fyr øll solarinum, bæði almenn og privat.
Krabbameinsfelagið og Heilsustýrið vísa á, at strálingin frá sólini, og frá solarium, er krabbaelvandi og tað økir um vandan fyri at fáa bæði móðurmerkjakrabba og øðrum húðkrabba.
Vandin er serliga stórur hjá teimum sum fara at ganga í solarium á ungum árum.
At herða lógina verður tískil eitt týðandi fet tann rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini, sigur Krabbameinsfelagið.
– Tá ið tú brúkar solarium, økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba 20 prosen. Brúkar tú solarium, áðrenn tú verður 35 ár, er vandin 59 prosent størri enn annars. Solarium økir eisini um vandan fyri at fáa onnur sløg av húðkrabba.
Brúkar tú solarium meira enn eina ferð um mánaðin í eitt áramál, ert tú í tvær ella tríggjar ferðir so stórum vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba enn annars.
Tað vísir ein svensk-norsk kanning, sum hevur fylgt 100.000 kvinnum millum 20 og 29 ár.
Næstan helvtin av teimum, sum brúka solarium, fáa reyða húð, skriða ella turra húð. Viðhvørt kann stráling frá solarium eisini elva til sóleksem - og hevur tú longu sóleksem, kann tað versna. Húðin eldist eisini skjótari enn vanligt og verður rukkut.
Strálingin verður mátað við tí, vit kalla UV-indeksið. á miðdegi ein góðan summardag er UV-indeksið í Føroyum ímillum 3 og 5, sum er miðal.
Til samanberingar kann UV-strálingin frá einum solarium liggja heilt uppi á 12.
Far ongantíð í solarium, um tú...
– Ert undir 18 ár.
– Varð skáldað/-ur, tá tú vart barn.
– Um onkur í familjuni hevur havt húðkrabba.
– Um tú tekur heilivág, sum ger húðina ljósviðkvæma.
– Um tú hevur ljósa ella frøknuta húð.
– Um tú skjótt - ella ofta - skáldar teg av sólini.
– Um tú longu ert skáldað/-ur.
– Um tú hevur nógv móðurmerki ella mislittar blettir á húðini.
Ætlar tú kortini at fara í solarium, eru hyggjuráðini at hugsa seg væl um.
– Far bert í solarium, um tú sjáldan ella ongantíð skáldar teg av sólini
– Brúka verndarbrillur og vejr arr, tatoveringar, kynsgøgn og onnur viðkvom øki á húðini.
– Far ongantíð dupultan túr í solarium.
– Brúka ikki sminku ella kropskrem, sum gera, at strálurnar virka betri.
– Sóla tær ikki uttandura sama dag, sum tú fert í solarium.
– Set teg í samband við lækna, um tú ivast um onkran heilivág tú tekur. Nøkur sløg av heilivági gera húðina ljósviðkvæma.
– Set teg eisini í samband við lækna, um eitt móðurmerki broytist ella fer at skriða, ella um tú varnast aðrar óvanligar broytingar við húðini.