Arbeitt verður framvegis av kraft at reinsa vegin aftur, eftir umfatandi oljudálking í Eysturoynni.
Løgreglan sigur, at nú er vegurin latin upp aftur ímillum Skála og Skálafjørð, men tað er framvegis stongt ímillum Skálafjørð og Syðrugøtu.
Men um ein tíma er væntandi, at strekkið av Skipanesi til Syðrugøtu letur upp aftur, men bara fyri norðurgangandi ferðslu.
Kanska kemur tað upp á tal, at leiða ferðsluna soleiðis, at bilar suðureftir eisini sleppa ígjøgnum.
Men annars mugu bilførarar brynja seg við toli, tí tað er óvist, nær vegurin verður heilt opin aftur.