Ongi úrslit

Eivør hugtók St. Pölten: Føroyskir tónar vaktu ans í Eysturríki

Føroyska Eivør fekk serligt rós eftir konsert í St. Pölten, har tónleikur hennara varð samanborin við vindbarda havið kring Føroyar.

Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Eivør gjørdi stórt inntrykk, tá hon framførdi saman við Tonkünstler-Orchester í Festspielhaus St. Pölten í Eysturríki.

Eftir konsertina varð føroyska songkvinnan tikin fram sum eitt av hæddarpunktunum. Tónarnir hjá henni vórðu lýstir sum ráir og kraftmiklir – eins og vindbarda havið kring Føroyar.

Fleiri norðurlendsk nøvn á skránni

Konsertin hevði greiðan norðurlendskan dám og varð marknaðarførd undir heitinum Nordlichter.

Umframt Eivør framførdi norska Rebekka Bakken balladur, meðan norska Ragnhild Hemsing spældi tónleik úr Peer Gynt. Finski Sväng Harmonica Quartet var eisini við, og Festspielhaus rósti bólkinum fyri virtuosa og kensluborna framførslu.

Ross Jamie Collins stjórnaði orkestrinum. Hetta var fyrstu ferð, at hann stóð framman fyri einum áhoyrarafjøld í St. Pölten, og sambært Festspielhaus sannførdi hann við framførsluni.

Konsertin verður send í útvarpi og sjónvarpi

Tey, sum ikki vóru til staðar, fáa seinni høvi at hoyra og síggja konsertina.

Hon verður send á Radio ORF Niederösterreich sunnudagin 13. september klokkan 20.00. Síðani verður konsertin eisini víst á ORF III sunnudagin 8. november klokkan 21.15.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06