Eivør hevur útselt báðar útgávukonsertirnar í Norðurlandahúsinum í Havn fríggjakvøldið 16. og leygarkvøldið 17. oktober. Konsertirnar verða hildnar, áðrenn hon fer á eina umfatandi altjóða konsertferð við 47 konsertum.
Upprunaliga var ein útgávukonsert á skránni, men ein eykakonsert varð løgd afturat. Nú eru báðar útseldar.
Á konsertunum fer Eivør at framføra løg av nýggju fløguni, sum kemur út í heyst. Eisini verða fleiri av kendu sangunum hjá henni at hoyra.
Frá Føroyum út í heim
Síðan seinasta fløgan, ENN, kom út, hevur Eivør spælt konsertir í Evropa, Norðuramerika, Avstralia, Nýsælandi og Kina.
Nú er hon aftur á føroyskum palli, áðrenn ferðin heldur fram út í heim.
Fyrsta staklagið av komandi fløguni, Healer, er longu komið út. Sambært Norðurlandahúsinum boðar lagið frá einum nýggjum og persónligari kapitli í tónleikinum hjá Eivør, har sárbarleiki, styrki og broyting eru høvuðsevni.
Royndir tónleikarar á pallinum
Við sær hevur Eivør sama bólk, sum hevur fylgt henni á altjóða konsertferðunum.
Mikael Blak spælir bass og tangentar, Mattias Kapnas tangentar og Per Ingvald Højgaard Petersen trummur.
Egil B. Høgenni Hansen og Theodor Kapnas standa fyri ljósi og ljóði.
Báðar konsertirnar byrja klokkan 20 og vara umleið 90 minuttir uttan steðg. Talan er um standikonsertir í Stórhøllini í Norðurlandahúsinum.