Elisabet Vang verður komandi tvey árini fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá okkum.
Elisabet er eitt kent andlit í føroyskum fótbólti. Fyrst sum spælari og seinni sum fysiskur venjari, har hon hevur arbeitt saman við Mikkjali í bæði KÍ, Fredrikstad og AIK.
Nú gongur leiðin aftur í Gundadal, har hon fær ábyrgdina av fysisku venjingini hjá okkara monnum.
– Eg takki fyri møguleikan og álitið. Eg síggi fram til eitt gevandi samstarv og eri sera spent upp á, hvat vit í felag kunnu røkka komandi tíðina, sigur Elisabet.
Hon er longu farin til verka, og komandi tíðina verður arbeitt við at leggja venjingina til rættis, so hópurin verður væl fyrireikaður til nýggja kappingarárið.