Ongi úrslit

Elisabeth úr Fuglafirði vann bil í Landsinnsavningini

Tíðindaskriv
5 tímar síðan

Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina.

Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin! Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi til hennara beinleiðis undir sendingini og fortaldi, at hon hevði vunnið bilin.

Bilurin varð handaður hjá P/F Wenzel, har Rúni Djurhuus og Jóannes Eidesgaard tóku ímóti.

Vit ynskja Elisabeth hjartaliga til lukku við bilinum og vóna, at hon fær nógvar góðar túrar í honum!

Samstundis vilja vit takka øllum, sum keyptu lutaseðlar og á tann hátt vóru við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14