Ongi úrslit

Endalig góðkenning: Djúpumýra í Klaksvík gerst miðdepil fyri evropeiskan fótbólt

KÍ, NSÍ og Víkingur hava valt Djúpumýru til evropeiskar heimadystir, eftir at leikvøllurin fekk endaliga altjóða góðkenning.

© Klaksvíkar Kommuna.
– Vit hava rættiliga góðar umstøður til evropeiskar dystir í Klaksvík, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Klaksvík er í juli karmur um fleiri evropeiskar dystir. KÍ legði fyri týsdagin við 2-1-sigri á FC Atert Bissen úr Luksemborg. NSÍ spældi javnleik 1-1 9. juli ímóti Hamrun Spartans úr Malta, og í næstu viku skal Víkingur spæla ímóti Stjarnan úr Íslandi.

Nýggja hornaskýlið var avgerandi

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at feløg úr Eysturoynni hava valt Djúpumýru sum heimavøll til altjóða dystir.

– Vit hava rættiliga góðar umstøður til evropeiskar dystir í Klaksvík, sigur hann.

Nýggja hornaskýlið hevur gjørt tað møguligt at fáa endaliga góðkenning. Leikvøllurin hevði áður fyribils góðkenning, men hevur nú fingið FIFA Quality Pro-góðkenning.

Fleiri áskoðarapláss og betri høli

Áskoðaraplássini eru munandi fleiri enn áður. Økið kring leikvøllin hevur eisini fingið nýggj skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, sum lúka altjóða krøv.

Við góðkenningini kann Djúpumýra nú hýsa fleiri altjóða dystum.

Mest lisið hesa vikuna

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

11 tímar síðan