Føroya Tele hevur avgjørt at steingja telduposttænastuna 1. apríl 2027. Tað merkir, at kundar við teldupostbústøðum, sum enda við olivant.fo, mail.fo, email.fo og epost.fo, mugu skifta til ein annan veitara.
Eisini onnur økisnøvn, sum Føroya Tele hýsir, verða ávirkað.
Orsøkin er, at krøvini til trygd og rakstur av telduposttænastum eru vorðin so umfatandi, at felagið hevur valt at niðurleggja tænastuna.
Herdu trygdarkrøvini fáa avleiðingar
Sambært Føroya Tele lýkur verandi telduposttænasta galdandi trygdarkrøv. Felagið vil tó framyvir savna orkuna um fjarskiftistænastur.
– Okkara høvuðsuppgáva er at veita tryggar og góðar fjarskiftistænastur, og her leggja vit alla orku. Telduposttænasta er sostatt eitt serøki, sum ikki liggur innan fyri okkara virkisøki, sigur Anna Katrina Arge, privatkundastjóri hjá Føroya Tele.
Hon mælir kundunum til at velja ein veitara, sum hevur telduposttænastur sum serøki.
Kundar mugu flyta teldupostar og dátur
Áðrenn tænastan steingir, mugu kundarnir stovna nýggjan teldupostbústað og flyta sínar teldupostar og dátur.
Teir mugu eisini dagføra teldupostbústaðin hjá millum annað bankum, Vanganum, sosialum miðlum og øðrum tænastuveitarum.
Føroya Tele kann í avmarkaðan mun hjálpa kundum við flytingini, men neyðugt er at bíleggja tíð frammanundan.
Fyritøkan Storm bjóðar eisini hjálp móti gjaldi.
Kundar, sum verða ávirkaðir av broytingini, hava longu fingið beinleiðis boð. Føroya Tele mælir teimum til at fara undir fyrireikingarnar í góðari tíð.