Ongi úrslit

Enn ein ferðaleiðari kann vænta sær stóra bót

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Aftur í gjár tók løgreglan ein útlendskan ferðaleiðara, sum var komin til Føroyar at vísa ferðafólki runt.

Løgreglan sigur, at hesin ferðaleiðarin arbeiddi fyri seg sjálvan. Tað merkir, at hann var var arbeiðsgevarin og tá fáa teir munandi størri bót enn tá ið talan er um ferðaleiðara, sum arbeiðir fyri eina ferðaskrivstovu.

Teir ferðaleiðarar, ið hava verið her sum arbeiðsgevarar, hava fingið 50.000 krónur í bót, og onkur, ið hevur verið her sum arbeiðstakari fyri eina ferðaskrivstovu, hevur fingið 3.000 krónur í bót.

Men teir hava kortini eitt í felag og tað er, at teir eru allir vístir av landinum og sleppa ikki aftur til Føroya í tvey ár.

Løgreglan sigur, at bíðað verður nú eftir eini avgerð úr danska útlendingastýrinum, um hesin eisini skal útvísast ella ikki.

Løgreglan hevur - sum vanligt er í slíkum førum - tikið passið frá ferðaleiðaranum og so skal hann vísa seg á løgreglustøðini hvønn dag til málið er avgreitt.  

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

23 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23