Føroyskur úrvalsítróttur avrikar óvanliga væl í mun til okkara fólkatal. Tað staðfestir nýggja frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands, sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya.
Men skulu úrslitini gerast støðug og føroyska úrvalsskipanin mennast víðari, krevjast íløgur í eitt nú venjarar, serfrøði, gransking, útbúgving og altjóða samstarv.
Her kann Erasmus+ gerast eitt sera týdningarmikið amboð
Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum og øðrum starvsfólkum, altjóða samstarvsverkætlanir, gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði.
Fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert.
Vit kunnu ikki hava fremstu serfrøði á øllum økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar uttanlands og flyta tær heim.
Ein føroyskur venjari kann fara uttanlands og eygleiða arbeiðið hjá einum sterkum ítróttarumhvørvi. Føroyskir granskarar kunnu samstarva við norðurlendskar og evropeiskar granskingarstovnar. Og føroyskir ítróttarfelagsskapir kunnu byggja langtíðar samstarv við feløg, universitet og aðrar ítróttarstovnar.
Hetta kann eisini verða týdningarmikið, um vit fáa eina føroyska úrvalsmiðstøð. IDAN mælir til eina slíka miðstøð, har íðkarar kunnu fáa atgongd til eitt nú fysiologiska testing, styrkivenjing, fysioterapi, læknaliga ráðgeving og ítróttarsálarfrøði.
Erasmus+ kann ikki fíggja sjálva miðstøðina ella avloysa føroyska grundfígging. Men skipanin kann hjálpa okkum at menna innihaldið – og knýta føroyska úrvalsmiðstøðina at einum størri norðurlendskum og evropeiskum vitanarneti.
Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan
Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers.
Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu.
Eisini á øðrum økjum kann altjóða samstarv gera mun. Fráfallið millum ung – og serliga gentur og ungar kvinnur – er ein av avbjóðingunum, sum IDAN peikar á. Her kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar aðrastaðni? Og hvussu fáa vit fleiri at halda fram í bæði breiddar- og úrvalsítrótti?
Fyrireikingarnar eru allneyðugar
Skulu vit hava eina sterka føroyska úrvalsskipan, krevst eisini ein trygg og varandi føroysk fígging. Erasmus+ skal ikki avloysa hana. Heldur skal skipanin geva okkara egnu íløgum størri virði við at lata okkum fáa atgongd til serfrøði, vitan, netverk og verkætlanarfígging, sum hevði verið trupult og dýrt hjá einum landi við 55.000 íbúgvum at bygt upp einsamalt.
Á fíggjarlógini fyri 2026 varð játtanin hækkað við 300.000 krónum til at fyrireika føroyskan atlimaskap frá 2028, men meira skal til. Málið hevur eisini fingið eina týðandi politiska viðurkenning úr ES. Í niðurstøðum sínum frá 16. juni 2026 staðfestir ES-ráðið, at tað fegnast um føroyska ynskið um samstarv á útbúgvingarøkinum og um at gerast partur av Erasmus+. Og vit skulu smíða nú, meðan jarnið er heitt og gera okkum klár til atlimaskap. Fyrireikingarnar skulu gerast í miðfyrisitingini, í allari skúlaskipanini og á Fróðskaparsetrinum, men eisini í ítróttinum og øðrum felagsskapum í Føroyum, sum kunnu gagnnýta Erasmus+.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm,
tingkvinna í Tjóðveldi