Bruttotjóðarúrtøkan í ES var 18,8 billiónir evrur í 2025, svarandi til umleið 140,3 billiónir krónur.
Týskland hevði størsta búskapin í ES við einari bruttotjóðarúrtøku á 4,5 billiónir evrur, svarandi til umleið 33,6 billiónir krónur.
Tað var 23,8 prosent av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni í ES.
Frakland var næststørst við 15,8 prosentum, meðan Italia stóð fyri 12,0 prosentum.
Malta minst
Í hinum endanum var Malta, sum bert stóð fyri 0,1 prosenti av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni í ES.
Kýpros, Estland og Lettland stóðu hvørt fyri 0,2 prosentum.
Tølini eru úr Key figures on Europe – 2026 edition. Eurostat ger vart við, at summi tøl kunnu vera dagførd, síðan útgávan varð almannakunngjørd.