Ongi úrslit

ES-fólkaatkvøðan í Íslandi: Vænta fleiri falskar upplýsingar undir valstríðnum

Íslendskur stovnur væntar meiri villleiðandi tilfar, nú fólkaatkvøðan um ES-samráðingar nærkast. Forseti Íslands heitir á fólk um hóvligt og virðiligt kjak.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Íslendski stovnurin Netvís, sum hevur abyrgd av trygd á netinum, hevur latið upp eina serliga fráboðanar-heimasíðu, har fólk kunnu boða frá illgrunasomum tilfari á netinum undan fólkaatkvøðuni 29. august.

Á fólkaatkvøðuni skulu íslendingar taka støðu til, um samráðingarnar um limaskap í ES skulu halda fram. Enn eru ongar illgrunasamar fráboðanir komnar, men Netvís væntar, at falskar og villleiðandi upplýsingar fara at økjast í tali, tá valstríðið harðnar.

Stovnurin samstarvar við løgregluna og fyritøkurnar, sum reka sosialar miðlar. Endamálið er at fáa álvarslig mál kannað og falskar og teldustýrdar brúkarakontur og annað villleiðandi tilfar strikað.

Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, heitir samstundis á fólk um at steðga á, kanna keldurnar og kjakast við virðing.

– Tað er púra vanligt, at vit hava ymisk sjónarmið um eitt so týdningarmikið mál. Tað er fólkaræði, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57