Ongi úrslit

ES-húsarhald brúka nærum helvtina upp á trý øki: Matur, bústaður og flutningur tyngja mest

Nærum helmingurin av samlaðu nýtsluni hjá ES-húsarhaldum fer til mat, bústað og flutning, vísa nýggj tøl frá Eurostat.

© Jakub Żerdzicki / Unsplash
Í januar 2026 fóru 46 prosent av samlaðu nýtsluni hjá húsarhaldum í ES til mat og alkoholfríar drykkir, bústað, vatn og orku og til flutning.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Í januar 2026 fóru 46 prosent av samlaðu nýtsluni hjá húsarhaldum í ES til mat og alkoholfríar drykkir, bústað, vatn og orku og til flutning.

Øll trý økini hava verið fyri munandi príshækkingum í minst einum av seinastu árunum. Sambært Eurostat hava hækkingarnar havt stóran týdning fyri prísvøksturin hjá brúkarunum.

Frítíð, ítróttur og mentan vaksa mest

Frá januar 2025 til januar 2026 vaks parturin, sum fór til frítíð, ítrótt og mentan, við 1,2 prosentstigum. Parturin til matstovur og gistingartænastur vaks við 0,3 prosentstigum, meðan útbúgving vaks við 0,1 prosentstigi.

Hinvegin minkaði parturin, sum fór til flutning, við 0,4 prosentstigum. Parturin til kunningar- og samskiftistænastur minkaði við 0,3 prosentstigum.

Tølini eru úr Key figures on Europe – 2026 edition hjá Eurostat.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03