Ongi úrslit

ES-stríðið í Íslandi sera javnt: Seinasta kanningin gevur nei-síðuni tepran fyrimun

Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um ES-samráðingar. Seinastu kanningarnar vísa hvør sín veg, og fiskivinnan er eitt av høvuðsevnunum.

© Savnsmynd.
Íslendingar avgera í dag, um landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES upp aftur, 13 ár eftir at tær vórðu steðgaðar. Alt bendir á, at úrslitið kann gerast sera tepurt.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Íslendingar avgera í dag, um landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES upp aftur, 13 ár eftir at tær vórðu steðgaðar. Alt bendir á, at úrslitið kann gerast sera tepurt.

Ein nýggj Gallup-kanning gevur nei-síðuni 51,6 prosent og ja-síðuni 48,4 prosent. Men fáar dagar frammanundan vísti ein kanning hjá Maskína júst øvuta úrslitið: 51,3 prosent søgdu ja og 48,7 prosent nei. Gallup spurdi 4.583 fólk í døgunum 24.–27. august, skrivar Reuters.

Ikki atkvøða um limaskap

Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um, hvørt Ísland skal gerast limur í ES. Spurningurin er, um íslendska stjórnin skal taka samráðingarnar við ES upp aftur.

Verður ein avtala um limaskap seinni fingin í lag, skulu íslendingar aftur á fólkaatkvøðu.

Sambært BBC skal ein møgulig avtala eisini góðkennast av Altinginum, og íslendska stjórnarskipanin skal broytast. Harumframt skulu øll 27 limalondini í ES góðkenna limaskapin.

Fiskivinnan er aftur í miðdeplinum

Fiskivinna og ræðisrættur hava verið millum mest umrøddu og umstríddu evnini í valstríðnum. Fiskivinnan og onnur havvinna standa fyri nærum 40 prosentum av íslendska útflutninginum, sambært BBC.

Nei-síðan óttast, at Ísland kann missa ræði á sínum fiskimiðum undir felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Sambært BBC hevur ES tó latið upp fyri, at Ísland møguliga kann fáa serlig undantøk. Fiskivinnan verður kortini mett at vera ein av størstu forðingunum fyri eini møguligari avtalu.

Ja-síðan ikki longur á odda

Tað, sum fyri fáum mánaðum síðan sá út til at vera ein greiður fyrimunur hjá ja-síðuni, er nú horvin. Sambært Euronews hevði ja-síðan 6,2 prosentstiga forskot í juni. Fyrst í august var forskotið minkað niður í 4,4 prosentstig.

Ein Gallup-kanning, sum varð almannakunngjørd 17. august, gav eisini ja-síðuni eitt lítið forskot: 51,5 prosent móti 48,5 prosentum.

Úrslitið verður væntandi í nátt

Atkvøðugreiðslan er frá klokkan 09 til 22 íslendska tíð, og úrslitið verður væntandi tíðliga sunnumorgunin. Meira enn fimti hvør veljari hevði longu undan valdegnum greitt atkvøðu, sambært íslendska kringvarpinum RÚV, sum BBC endurgevur.

Ísland søkti um limaskap í ES í 2009, men samráðingarnar vórðu steðgaðar í 2013. Nú kann ein sera tepur fólkaatkvøða lata dyrnar upp fyri nýggjum samráðingum.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

Í gjár kl. 11:45