Ongi úrslit

ES styrkir støðuna í Arktis: Milliardir á veg til Grønlands

ES styrkir nú sambandið við Grønland við milliardíløgu, samstundis sum Donald Trump aftur hevur víst áhuga fyri at fáa ræði á landinum.

© European Parliament - Europa.eu
ES fer næstu tvey árini at gera íløgur fyri 1,49 milliardir krónur afturat í Grønlandi. Ursula von der Leyen, forseti í ES-nevndini, kunngjørdi íløguna undir einari vitjan í Nuuk mánadagin.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

ES fer næstu tvey árini at gera íløgur fyri 1,49 milliardir krónur afturat í Grønlandi. Ursula von der Leyen, forseti í ES-nevndini, kunngjørdi íløguna undir einari vitjan í Nuuk mánadagin. Endamálið er at styrkja búskaparligu bondini og støðuna hjá ES í Arktis, skrivar EuroNews.

Kunngerðin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur hevur tikið spurningin um Grønland fram. Í juli endurtók hann ynskið um at innlima Grønland í USA, og mánadagin legði hann út eitt heimskort, har Grønland varð víst sum partur av USA.

Von der Leyen: Grønland avger sína egnu framtíð

Von der Leyen legði í Nuuk dent á, at ES stendur saman við Grønlandi og Danmark.

– Framtíð Grønlands er fyri fólkið í Grønlandi og Danmark at gera av. Eingin annar, segði hon og vísti á, at landaheild, fullveldi og óskerd landamørk eru grundleggjandi meginreglur í altjóða rætti.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, segði, at Grønland hevur tørv á ES, eins og ES hevur tørv á Grønlandi. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, takkaði samstundis von der Leyen fyri greiða stuðulin.

Sjókaðlar, vatnorka og týdningarmikil ráevni

Íløgan skal serliga fara til talgild sambond, millum annað sjókaðlar og fylgisveinaútgerð, grøna orku við serligum denti á vatnorku og burðardygga námsvinnu. Grønland hevur 25 av teimum 34 ráevnunum, sum ES metir vera avgerandi fyri menningina av grønari orku og framkomnari tøkni.

ES-nevndin hevur harumframt sett umleið 3,95 milliardir krónur av til Grønland í uppskotinum til næstu fíggjarætlanina hjá ES.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50