European Central Bank (ECB) hevur hækkað stýringsrentuna úr 2,0 upp í 2,25 prosent. Hetta er fyrsta rentuhækking síðan september 2023 - eftir eitt langt tíðarskeið við bæði rentulækkingum og óbroyttari rentu.
Kríggj elvir til vaksandi inflatión
Sambært ECB er kríggið í Miðeystri ein týðandi orsøk til vaksandi inflatiónstrýst. Miðbankin óttast serliga hægri orkuprísir, sum kunnu smitta av á bæði matvørur og tænastur.
ECB væntar nú, at inflatiónin í evruøkinum í miðal verður 3,0 prosent í 2026. Síðani væntast hon at lækka niður í 2,3 prosent í 2027 og 2,0 prosent í 2028.
Teir fyrstu fáa rokningina
Húseigarar við stutttíðarlánum og skiftandi rentu kunnu verða teir fyrstu, sum merkja avleiðingarnar. Sambært danska bankanum Totalkredit hava umleið 200.000 danskir bankakundar lán, sum vanliga fylgja rentumenningini tætt.
Greiningar vísa, at rentuhækkingin kann økja útreiðslurnar við umleið 150 krónum um mánaðin fyri hvørja lænta millión krónur hjá teimum í Danmark, sum hava tey stytstu variablu lánini.
Samstundis væntar bankin Nykredit, at ECB fer at hækka rentuna minst eina ferð afturat innan stutta tíð.