Ongi úrslit

Evnaríkur rockbólkur við nýggjum sangi

Unglingarnir í rockbólkinum Anua hevur útgivið fyrsta sangin

Jonhard Hammer
5. november 2024 kl. 12:24

"Mín dreymur" er heitið á fyrsta lagnum, sum Anua hevur skrivað og innspælt. 

– Sangurin handlar um at fylgja sínum dreymun, óansæð hvørjir teir eru, siga dreingir í Anua.

Bólkurin varð stovnaður fyri sløkum tveimum árum síðani, og dreingirnir eru einans 12 ára gamlir. 

Anua er: 

Nóa Mcleod Andreasen - Sang & gitttar 

Aron Sigurðson - Gittar & kór 

Áron Kollslíð Ragnarson - Bass & kór 

Uni Sørensen - Trummur & kór 

Anua er ein partur av ListaRok, ið er ein verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu, ið Hans Edward Andreasen varðar av. Anua var við í Straight Ahead fagnaðarkonsertini, har teir tulkaðu lagið "Upp á gólv", og tað varð sera væl mótikið. 

ListaRok er eitt tilboð til ung, ið hava hug at spæla tónleik saman í bólkum. Ein bólkur ið er eitt úrslit av hesi verkætlan, er bólkurin Adrenaline, ið hevur verið nógv at hoyra í KvF og vóru eisini í uppskoti til at verða "Ársins spírar" á FMA.

Her kanst tú hoyra nýggja sangin hjá Anua:

Anua - Mín Dreymur

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47