Evropatingið hevur við stórum meiriluta stuðlað framhaldandi samráðingum um eina talgilda útgávu av evruni. 416 tinglimir atkvøddu fyri, 169 ímóti, og 22 sótu hjá.
Evropatingið og limalondini skulu nú tingast um uppskotið. Málið er at fáa eina avtalu í lag fyri árslok 2026. Verður semja, kann Evropeiski centralbankin ECB taka talgildu evruna í nýtslu longu í 2029.
Skal minka um amerikanskan bundinskap
Næstan tveir triðingar av øllum kortgjøldum í evruøkinum verða avgreiddir av fyritøkum uttan fyri Evropa. Serliga Visa og Mastercard hava stóran leiklut. Apple Pay og Google Pay standa eisini sterkt.
Talgilda evran skal geva ES eitt evropeiskt gjaldsalternativ. Hon skal hava sama virði sum kontantar evrur og kunna brúkast í handlum, á netinum og til gjøld millum privatfólk.
Kontantir skulu varðveitast
ES leggur dent á, at talgilda evran skal vera eitt val og ikki eitt krav. Kontantir og verandi gjaldshættir skulu framvegis kunna brúkast.
Skipanin skal eisini virka uttan netsamband. Sambært ES skal hetta tryggja somu verju av privatlívinum sum kontant gjøld.