Ongi úrslit

EYÐUN NOLSØE Á PALLINUM Á MENTANARNÁTTINI Á TVØROYRI

Tvøroyrar kommuna
19. mai kl. 22:30

Eyðun Nolsøe nýtist so at kalla onga frágreiðing sum tónleikari - Eyðun hevur verið partur av føroyska tónleikapallinum í mong harrans ár, fyrst sum partur av superbólkinum Frændur, men seinastu árini hevur hann spælt mest solo og við egnum bólki.

At Eyðun er viðurkendur tónleikari sóu vit herfyri, tá ungu spírarnir úr "Hoydalar", skuldu tulka løg hjá Eyðuni. Eyðun fer á pallin beint áðrenn Onnu Lovisu, Bjarka og Sophiliu, so hvør veit, kanska okkurt spennandi spyrst burtur úr tí løtuni

Á Tvøroyri eru vit glað fyri at Eyðun seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í kommununi, tí vit hava mangan havt gleði av hansara fantastisku rædd og eminenta guitarspæli.

Á Mentanarnáttini á Tvøroyri, verður hann enn einaferð at hoyra og har verður diskað upp við einari sannari perlurøð av slagarum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03