Í næsta mánað verður tað eitt ár síðani, at føroyska fótbóltslandsliðið spældi á heimavølli. Tað var í oktober í fjør, at Føroyar rundaðu HM undankappingina á heimavølli av við at vinna 4-0 ímóti Montengro og so at vinna 2-1 ímóti Kekkia.
-Tað var ivaleyst besta vikan yvirhøvur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, og tað kendist stak hugaligt at runda soleiðis av frammanfyri eldhugaðu áskoðarafjøldini. Hon hevði stóran týdning, og hon fer eisini at hava stóran og vónandi avgerandi týdning, tá ið vit í morgin fara at spæla ímóti Kasakstan, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari á tíðindafundinum í FSF húsinum fyri døgurða í dag.
Í HM undankappingini í fjør endaði tað væl, meðan tað ikki gekk so væl í fyrstu umførunum:
-Vit taptu tveir teir fyrstu dystirnar á útivølli. 2-1 tap á útivølli ímóti Kekkia var ikki óvæntað, men bæði ta ferðina, og tá ið vit taptu 1-0 í Montenegro vórðu málini skorað fram ímóti dystarenda, og serliga meint kendist tapið ímóti Montenegro, tí tá varð sigursmálið skorað við síðsta sparkinum í dystinum, sigur Eyðun Klakstein.
-So nú vóna vit, at byrjanin verður betri, enn hon var í fjør, og tað er neyðugt, um vit skulu blanda okkum í kappingini um tvey tey fremstu plássini.
Tá ið tað í vikuni varð greitt, at Páll A. Klettskarð ikki er førur fyri at spæla, sendi landsliðsvenjarin boð eftir Jørgen Nielsen úr Víkingi. Hann hevur higartil í ár bara skorað seks mál í landskappingini, men landsliðsvenjarin hevur álit á Jørgeni:
-Hann var á U-21 landsliðnum, tá ið Atli Grgersen og eg høvdu ábyrgdina, og tá var hann málsøkin. Nú fer hann at fáa møguleikan at vísa, at tað framvegis eru mál í honum, sigur Eyðun Klakstein. Jørgen Nielsen hevur ikki spælt á A-landsliðnum. Í 11 U-21 landsdystum skoraði hann fimm mál.